Horvna gentan: Tveir mans á Polar Nanoq handtiknir

Eftir at íslendska løgreglan um middagsleitið fór við tyrlu út á grønlendska trolaran, Polar Nanoq, í sambandi við ungu gentuna, sum hvarv í Íslandi um vikuskiftið, verður nú upplýst, at tveir mans eru handtiknir. Talan er um tveir grønlendingar.

 

Trolarin Polar Nanoq er á veg innaftur til Hafnafirðar eftir boðum frá løgregluni, og hann væntast inni seint í kvøld.

 

Grímur Grímsson, kanningarleiðari hjá íslendsku løgregluni sigur sambært visir.is, at teir báðir menninir vórðu handtiknir umborð á Polar Nanoq.

 

– Hildið verður, at teir hava upplýsingar um, hvussu Birna Brjánsdóttur er horvi, sigur Grímur Grímsson. Hann vil ikki vátta, um teir hava rættarstøðu sum mistonktir í málinum.

 

Yvirmenninir á Polar Nanoq eru føroyingar.