Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 19.05.2017 (11:34)

Hótta við kortini at handtaka Assange

Bretskir myndugleikar siga, at Assange verður handtikin, um hann fer av sendistovuni hjá Ekvador í London.

 

Svenski ákærumyndugleikin hevur slept skuldsetingi ímóti WikiLeaks-stovnaranum, Julian Assange og harvið eru boðini um at handtakan esiini slept, skrivar svenska blaðið Expressen.

 

Men bretska løgreglan ger greitt, at Assange verður handtikin, um hann fer av sendistovuni. Har hevur hann krógvað seg í fimm ár.

 

Ákærumyndugleikin í Svøríki hevur sagt býarrættinum í Stokholmi, at ákærurnar ímóti 45 ára gamla Julian Assange eru sleptar.

 

– Eg havi í dag gjørt av at sleppa avgerðini hjá býarrættinum í Stokholmi frá 18. oktober í 2010 um fongsling av Julian Assange in absentia og at taka aftur evropisku handtøkuboðini. skrivar hon sambært Expressen til býarrættin.

 

Fyrsta reaktiónin frá Assange var at posta út eina mynd av sær við breiðum smíli og sosialu miðlarnar.

 

Assange var skuldsettur í Stokholm í einum máli um seksuellan ágang ímóti tveimum svenskum kvinnum í august í 2010.

 

Síðani 2012 hevur hann krógvað seg á sendistovuni hjá Ekvador í London. Hann óttast at verða latin USA og at verða ákærdur fyri, at WikiLeaks hevur likið fleiri hundraðtúsund skjøl um krígsførsluna hjá USA í Afganistan og Irak.

 

Bretska løgreglan sigur, at WikiLeaks-stovnarin – líka mikið um málið er slept í Svøríki – verður handtikin, um hann stígur út um sendistovuna hjá Ekvador.

 

– Magistratdómstólurin í Westministers hevur eisini send út handtøkumboð um Julian Assange, eftir at hann ikki møtti við dómstólin 29. juni í 2012, ljóða boðini frá løgregluni, sum leggur afturat:

 

– Tað er skyldan hjá løgregluni at fremja handtøkuna, so skjótt sum hann stígur út um sendistovuna.

 

Sambært ákærumyndugleikanum í Stokholm hevur málið drigið út, tí Assange ikki persónliga hevur viljað møtt í svenska høvuðsstaðnum.

 

Fyri hálvum ári síðani avhoyrdu svensku myndugleikarnir hann á sendistovuni hjá Ekvador í London.

/ritzau/