fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 14.7m/s

Leita á in.fo

Harriet Olafsdóttir 15.07.2017 (19:17)

Hoyma hjá Eivør

Eivør er eitt av nøvnunum, ið bara hoyrir til, tá man tosar um G! festivalin, men upprunaliga hevði hon tikið avgerð um ikki at spæla á ársins festivali.



- ”Eg ætlaði ikki at spæla á ársins G!, tí eg eri altíð við – men hevði eg hug allíkavæl, tí bleiv tað til Hoyma hjá mammu mínari í staðin” sigur Eivør við einum brosið, meðan hon heldur áfram við at fortelja gestinum um mammuna og heimi hjá teimum.



Tær báðar Hoyma konsertirnar vóru fyri langari tíð síðan útseldar og Eivør spældi í fullsettu stovuni heima hjá mammuni ovast í Syðrugøtu, við útsýni yvir fjørðin.



Ein sera hugnalig og intim løta, har Eivør framførdi ymsar sangir og fortaldi søgur – serliga vóru tað sangir við íblástri úr heimbygdini, ið hon legði dent á. Aftaná konsertina vóru gestirnir bodnir til suppu og øl.



Við sær hevði hon bólkin mannaðan av Tróndi Bogason, Mikael Blak, Høgna Lisberg og sum gestasangari var Allan Tausen. 

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her