Hoyrdu hvøllar brestir yvir Gotlandi

Gripen-flogførini eru partur av svensku loftverjuni og tilbúgvingini, og uppgávan er at verja svenskt landaøki alt samdøgnið.

- Talan var ikki um venjing, men um aktivt átak við svenskum stríðsflogførum.

 

Tað sigur svenska verjan í dag, eftir at svenskir miðlar hava skrivað um, at hvøllir brestir hava verið at hoyrt yvir svensku oynni, Gotlandi, í dag.

 

- Tað vóru harðir brestir, sum hoyrdust, og hetta snúði seg um eitt átak við tveimum JAS 39 Gripen flogførum.

 

Samskiftisleiðarin hjá svenska flogvápninum, Louise Levin, vil ikki siga nakað neyvari um, hvat talan ítøkiliga var um.

 

Tað var ávísin, Hela Gotland, sum fyrst skrivaði um hendingina. 

 

Gripen-flogførini eru partur av svensku loftverjuni og tilbúgvingini, og uppgávan hjá flogførunum er at verja svenskt landaøki alt samdøgnið.