Leita á in.fo

Mynd: Ingi Sørensen

Hallur av Rana 25.09.2017 (16:33)

Hoyvíkingar fáa nýggja matstovu

Hoyvíkingar fáa í næstum ein valmøguleika aftrat, tá døgurðin skal fáast til vega, tí í næstum letur nevniliga ein nýggj matstova upp í Hoyvík.


Talan er um pitsamatstovuna Tino & His Pizza, ið væntandi letur dyrnar upp í einum hølum í Karlamagnusarbreyt í oktober.


Kenneth Hovgaard er ein av stigtakarunum til nýggju take-away matstovuna, ið hann lovar er øðrvísi enn aðrar pitsamatstovur í høvuðsstaðnum.


- Vit gera italskar pitsur. Tað verður koyrt eftir einum sermerktum stíli, so tað man fær frá okkum, tað fær man ikki aðrastaðni, og fara tær at hava ein tunnan og lekkran botn, sigur Kenneth Hovgaard.


Umframt at pitsurnar verða gjørdar við íblástri úr Italia, so verður vøruúrvalið eisini eyðkent av suðurevropeiska landinum.


- Vit fara ikki at hava nakra fritýru. Góðskan skal vera í hásæti, og í staðin fara vit selja ymiskt annað lekkurt at keypa afturvið, so sum breyðstengur, oliven, italsk posakips, italskan ís o.a.


Stigtakarin samanlíknar pitsurnar frá nýggju matstovuni við tær, ið føroyingar møguliga kenna frá matstovunum Gorm's og Mother í Keypmannahavn, men at tað verður bíligari enn í Gorm's og Mother.


- Eg vænti, at pitsurnar fara at liggja um 100 krónur. Tað verða ikki tær bíligastu, men heldur ikki tær dýrastu, sigur Kenneth Hovgaard.


Miða verður eftir, at nýggja matstovan letur upp hálvan oktober.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her