Leita á in.fo

Danjal av Rana 10.10.2018 (15:22)

Humor um harðskap í heimunum

Er tað í lagi at tosa um harðskap í heiminum? Tað er spurningurin, sum verður settur í íslendska leikinum Shhh!, sum verður vístur í Norðurlandahúsinum 20. oktober.

- Eg upplivdi at andin hjá Dario Fo sveimaði yvir hesi sýningini: politisk, provokerandi, klovnaleikur – og tað er ikki smávegis rós. Soleiðis skrivar íslendski ummælarin Silja Aðalsteinsdóttir um leikin.

 

Shhh! er ein hugtakandi og rørandi sjónleikur eftir íslendska listabólkin Ratatam, sum byggir á dokumentariskt tilfar. Leikurin er skaptur út frá yvir 200 tímum av samrøðum við fólk, sum hava upplivað harðskap í heiminum: offur, gerningsfólk og avvarðandi.

 

Søgurnar vóru ofta ræðuligar og pínufullar, men so løgið tað ljóðar, lá tíðum eisini ein myrkur humor undir.

 

Tað sigst at látur er okkara besti vinur, tá sorgarleikurin er harðast. Ein lætti tá tíðirnar eru torførar. Hetta var eisini tað sjónleikabólkurin legði til merkis, tá tey arbeiddur við øllum teimum ræðuligu søgunum. Við at siga nakrar av søgunum ígjøgnum sjónleik, vónar Ratatam at kunna hjálpa offrum at lekja, at undirhalda og at lata eyguni hjá áskoðaranum upp fyri smáu og ókendu síðunum av harðskapi í heiminum.

 

Ratatam, sum í 2017 varð kosin at vera ársins listabólkur í Reykjavík, brúkar sjónleik at bresta tabu-bløðrurnar í samfelagnum. Endamálið við Shhh! er at bróta tøgnina, sum er um harðskap í heiminum.

 

Leikurin verður framførdur á enskum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her