Hundar fáa 2500 fermetrar at renna á

Hundafríøkið við Stórá í Trongisvági verður skjótt tikið í nýtslu.

Tað var hin 26. oktober í fjør, at Tvøroyrar býráð samtykti at seta eitt øki av til hundar.  

 

Økið liggur við Stórá í Trongisvági, og ætlanin er, at her skulu hundaeigarar frítt kunna sleppa sínum hundum leysum. 

 

- Hundarnir verða sleptir leysir undir skipaðum viðurskiftum, sum tey siga í Tvøroyrar kommunu. 

 

Tað er lokala fyritøkan, Sp/f í Heygunum við Birgiri Strøm Rasmussen, sum hevur staðið fyri at stika økið inni og at gera brýr tvørtur um størru veitirnar.

 

Í Tvøroyrar kommunu vísa tey á, at økið er umleið 2500 fermetrar og liggur beint við ítróttardepilin við Stórá og Áargøtu.

 

- Í næstum verða ruskspannir og skeltir sett upp, og eftir ætlan verður økið tikið alment í nýtslu í Umhvørvisvikuni á Tvøroyri.

 

- Umhvørvisvikan verður í døgunum, 29. apríl til 5. mai, verður lagt aftrat.