Leita á in.fo

Tað er við viðarlundina, mitt á myndini, at suðuroyingar vilja hava, at nýggi Hvalbiartunnilin skal vera. Mynd: kortal.fo

Áki Bertholdsen 17.02.2017 (08:24)

Hvalbiartunnil: Nú bíða vit eftir eini avgerð

Tað er ein politisk avgerð, hvar nýggi Hvalbiartunnilin skal leggjast. Og nú bíða vit til tann avgerðin er tikin.

 

Tað sigur Armgarð Steinhólm, leiðari fyri deildini fyri undirstøðukervið hjá Landsverki.

 

 

Sum vit hava lisið í dag, er nu eitt nýtt uppskot lagt fram um, hvussu tunnilin skal liggjast. Eftir nýggja uppskotinum verður hann lagdur munandi longur úti í Trongisvági, men sostatt slepst undan teirri drúgvu brekkuni niðan ígjøgnum dalin.

 

 

Les eisini: Hetta er nógv tann besta loysnin

 

 

Men hetta ger so tunnilin nakað væl longri enn áður ætlað

 

Upprunaliga var talan um ein tunnil upp á 2.200 metrar, ið skuldi borast beint við núverandi tunnil. Men tað setti Hvalbiar Kommuna seg ímóti og tað endaði við eini semju, har tunnilin varð fluttur nakað væl longri út og her var talan um ein tunnil upp á 2.450 metrar.

 

Landsverk var farin undir at fyrireika hendan tunnilin, men nú er so enn eitt uppskot um eina nýggja linjuføring løgd fram, har talan er um ein tunnil, sum er beint yvir 3.000 metrar, men sum kemur út heilt niðri við viðarlundina í Trongisvági.

 

Avtalað er eisini ímillum kommununa í Hvalba, Tvøroyri, Landsverk, og landsstýrismannin í samferðslumálum, at hesin møguleikin skal kannast nærri.

 

 

Les eisini: Nú fáa vit at síggja, hvat ber til

 

 

Armgarð Steinhólm sigur, at tað er ein politiskur spurningur burtur av at gera av, hvussu tunnilin skal leggjast og nú bíða tey á Landsverki eftir teirri avgerðini, áðrenn farið verður víðari við fyrireikingunum.  

 

Hendrik Old sigur, at eftir ætlan verður farið undir tunnilin einaferð seint næsta ár og at tað verður í 2019 og 2020, at tær stóru puljurnar av pengum verða settar av.