Hvalbiartunnilin: Knýta allar leysar endar saman

Her er ein teldumynd av tunnilsmunnanum trongisvágsmegin

Her er ein teldumynd av tunnilsmunnanum trongisvágsmegin

Á Landsverki eru tey komin rættiliga væl áleiðis at kanna tilboðini, sum komu inn upp á at gera nýggjan tunnil ímillum Hvalba og Trongisvág. Tvey tilboð komu inn, har Articon hevði tað lægsta tilboðið upp á 236 milliónir krónur. Tilboðini vórðu latin upp 8. februar og hesa tíðina síðani,hevur Landsverk brúkt upp á at kanna tilboðið gjølligari.

 

Tað arbeiðið er við at koma undir land, og í næstu viku verða samráðinga við Articon. Jóannes Jensen á Landsverki, sigur, at tilboð og treytir skulu gjøgnumgangast nágreiniliga fyri at fyri hava øll viðurskifti greið, áðrenn arbeiðið byrjar. Hetta er fyri at sleppa undan at hava nakrar leysar endar hagandi, sum støða so skal takast til, so hvørt, eftir at arbeiðið er byrjað.

 

Hann sigur, at eftir verklagslógini skal tunnilin verða liðugur í 2022, men at tey fara at tosa við Articon um at bera skjórari at. Tað liggur annars í kortunum at fara undir sjálvt arbeiðið at gera tunnilin í mai mánað, men tað skal eisini passa inn í virksemisætlanina hjá Articon, so akkurát nær tað verður, dugir hann ikki at siga enn.

 

Nýggi tunnilin verður frá Gjánhamri í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba. Tunnilin verður 2,5 kilometrar, trongisvágsmegin verður vegurin 1,4 kilometrar, og hvalbiarmegin verður hann 2,4 kilometrar. Tilsamans kostar alt arbeiðið 272 milliónir krónur.

 

Verandi Hvalbiartunnil varð tikin í nýtslu í 1963, og er sostatt elsti tunnil í Føroyum. Nakrar ábøtur eru gjørdar, men tunnilin er lágur og einbreytaður. Bæði tunnil og vegur liggja høgt, eins og vegurin eru smalur og í brattara lagi. Tunnilin lýkur ikki dagsins krøv til trygd, dygd og ferðslu og hann er ein forðing fyri vinnumenning og útbyggingum í Hvalba, sigur Landsverk.