Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 18.08.2017 (12:11)

Hvalbingar missa ikki sjálvtøkuna

Herfyri frættist, at einasta sjálvtøka í Hvalba skuldi takast niður, so at eingin sjálvtøka var eftir í bygdini. hetta elvdi til misnøgd, tí so var ongin sjálvtøka eftir. Tað var BankNordik, sum hevði sjálvtøkuna, men nú hevur Betri Banki tikið avgerð um at seta sjálvtøku upp ístaðin.

 

Janus Thomsen, borgarstjóri, sigur at hann kundi ikki livað við, at einasta sjálvtøka í bygdini varð tikin niður, tí avleiðingin hevði verið, at tænastustigið í sóknini hevði lækkað munandi. Hann sigur, at tískil tók hann málið upp og hann sigur eisini, at nú hevur Betri Banki gjørt av at seta eina sjálvtøku upp í húsinum hjá gamla sparikassanum mitt í bygdini.

 

Les eisini: Hetta kemur forferdiliga illa við