Leita á in.fo

Mary Antonsdóttir 09.10.2018 (19:48)

Hvat ætlar kommunan við eldraøkinum?

Sjálvboðið arbeiði gagnar sálarheilsuni, er ein yvirskrift hjá Tórshavnar kommunu. Talan er um sjálvboði arbeiði á eldraøkinum. Tað kann tykjast sum eitt gott íkast til dagligdagin hjá eldru borgarunum. 

 

Men er hetta ikki ístaðin ein fjald sparing? Er tað rætt, at ein so rík kommuna, sum Tórshavnar kommuna, skal leita eftir óløntari arbeiðsmegi, ístaðin fyri at starvsfólkanormeringin á eldraøkinum verður økt. 

 

Farið heldur til verka og loysið ótolandi støðuna á eldraøkinum á ein professionellan hátt. Tá tað arbeiðið er gjørt, kunnu tit arbeiða við at skipa fyri óløntum og sjálvbodnum arbeiði. 

 

Í verandi løtu, skríggjar tað til himmals, at mann letur eyguni aftur fyri veruleikanum, at starvsfólkatrotið er alarmerandi høgt.

 

Heilsuskúli Føroya skipar fyri partvísari fjarundirvísing í næstum, fyri at gera tað lættari og smidligari, at nema sær útbúgving til heilsuhjálpara og heilsurøktara, ið stórur eftirspurningur er eftir.

 

Fakfeløgini stríðast undir lønarsamráðingunum, at fáa lønina á eitt niveau, har tað gerst freistandi, at søkja sær arbeiði. Ásannast má, at enn er langt á mál.

 

Hvar er leikluturin hjá kommununum kring landið? Hvussu nógv verður gjørt, fyri at loysa hendan ovurstóra trupulleikan, ið eldraøkið er komið í? Vælsignaðu tit, latið okkum taka saman lógvatak og loysa trupulleikan.

Heilsuhjálparafelag Føroya eru til dystin fús. 

 

Tað kemst ikki uttanum, at starvsfólkanormeringin má og skal hækka við lóg og at fólk ið eru áhugaði, sleppa upp í tíð. Men fyri at tað skal bera til, má vikan styttast niður í 37 tímar og vaktirnar leingjast til 8 tímar. Sum nú er, ber illa til nógvastaðni, at arbeiða fulla tíð, orsaka av stuttum vaktum, ið ger, at starvsfólk mugu arbeiða hvønn dag í mánaðinum, fyri at nærkast teimum 40 tímunum.

 

Heimatænastan má uppraðfestast, so til ber at verða í egnum heimið sum longst. Tað er eingin loyna, at stovnsplássini eta alla játtina, so ein gongd leið má verða, at gera batar í Heimatænastuni.

 

Tey ungu, ið eru okkara framtíð, fara ikki at arbeiða undir slíkum umstøðum, so her er einki at bíða við. Hvør dagur telur, so tað er at fara til verka, ongantíð ov skjótt.

 

 

Mary Antonsdóttir, 

Forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her