Hvat er eitt fostur?

Tíðin er búgvin at kjakast um fosturtøku, sigur landsstýriskvinnan við familjumálum. Til hetta kjakið fari eg at royna at geva mítt íkast.

Í Sosialinum, 1.august 2018, førir landstýriskvinnn í familjumálum, Siri Steenberg, fram, at tíðin er búgvin at taka málið um fosturtøku upp. Hon leggur eisini upp til eitt djúptøkið samfelagsligt kjak um henda viðkvama spurning. Landstýriskvinnan mælir til, at øll sjónarmið verða lýst siðiliga. Tað gagnar ikki endamálinum, at vit leggja okkum í hvør sína skotgrøv og fáa eitt svarthvítt kjak, leggur hon dent á.

 

Skal tað hepnast okkum at kjakast siðiliga, mugu vit fyrst viðurkenna, at tað er einsentralur spurningur, ið skilir partarnar sundur í tvær skotgravir. Tað, sum skilir partarnar er nevniliga spurningurin um hvat eitt fostur er. Í tí einu skotgrøvini eru tey, ið halda uppá at fostrið er eitt livandi menniskja við somu rættindum, sum tú og eg, frá tí tað er gitið í móðurlívi. Í hinari skotgrøvini eru tey, ið ikkihalda, at fostrið er eitt livandi menniskja við somu rættindum sum tú og eg, frá tí tað er gitið í móðurlívi. 

 

Av tí at kjakið byggir á tvær fullkomiliga ymiskar fatanir, verður kjakið kolasvart og kritahvítt. 

 

Vísindin staðfestir, at fostrið er eitt menniskja, frá tí tað er gitið í móðurlívi.

 

 

(Kelda: https://lozierinstitute.org/a-scientific-view-of-when-life-begins/)

 

 

Um vit skulu gera okkum vónir um eitt djúptøkið kjak um fosturtøku, har vit ikki liggja í hvør síni skotgrøv, so er neyðugt fyrst at semjast um, hvat eitt fostur er.