Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 20.04.2017 (14:00)

Hvat skal hendan náttúruperlan brúkast til?

 Enn er ongin avgerð tikin um, hvat sjáldsama náttúruperlan, Hoydalar, skulu brúkast til, tá ið studentaskúlin er fluttur út í nýggja skúladepilin, Glasir, í Marknagili.

 

Almenningurin er vælkomin at koma við hugskotum um, hvat Hoydalar skulu brúkast til og seinasta freist at lata uppskot inn, er 1. august.

 

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, sigur, at tey hava fingið nøkur hugskot, men at fleiri hugskot eru meiri enn vælkomin.

 

Men hon sigur, at tað er týdningarmikið, at tey, sum koma við hugskotum, eisini hava eina greiða meining um, hvussu ætlanin skal setast í verk og hava eina tilsøgn um fígging til tað.

 

Hinvegin er tað greitt, at sum støðan er nú, hevur landið ikki fíggjarliga orku til at gera nakað í Hoydølum og tí heldur hon, at tað er áhugavert at vita um onkur privatur hevur hug at brúka Hoydalar til okkurt. Tað kundi eisini verið kommunan, ella onkrir felagsskapir.

 

Men tað verður ein treyt, at talan skal vera um eitthvørt slag av almannagagnligum virksemi, ella í hvussu so er virksemi, sum kemur einum stórum bólki  til góðar, tí Hoydalar skulu ikki brúkast til bústaðarbygging.

 

Í hesum sambandi kundi hugsast, at Hoydalar verður brúktur til onkrar bólkar í samfelagnum, sum hava serligan tørv fyri neyðini.

 

Í hesum sambandi hugsar hon um bólkar, ið ikki hava so sterka rødd, tað kundi verið okkurt til tey eldru, tað kundi verið til ung, ella til børn við serligum avbjóðingum, hevur hon áður sagt.

 

Hinvegin heldur landsstýriskvinnan eisini, at ongin sigur, at allar Hoydalar skulu brúkast til eitt eittans endamál. Tvørtur ímóti heldur hon, at tað kundi verið serstakliga spennandi, at fingið virksemi av ymsum slagi í Hoydølum.

 

Annars sigur hon, at hugskot eru komin inn um at hava matstovu í Hoydølum og hugskot er eisini um at hava eitt nýtt barnaheim har. Somuleiðis hevur Listasambandið, Lisa, spurt seg fyri um Hoydalar.

 

Spurningurin er, hvussu tað verður við einum barnaheimi, tí í fíggjarpolitikkinum hjá Løgtinginum hesi næstu árini, verður nevnt, at nýtt barnaheim verður bygt, men onki krónutal er sett á.

 

Annars hava nógv hugskot verið frammi um, hvat Hoydalar skulu brúkast til, tá ið studentaskúlin er fluttur.

 

Sjálvur hevur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, áður skotið upp, at bygningarnir í Hoydølum verða gjørdir um til bústaðir og endurvenjingarstøð til eldri, og saman við frílendinum rundanum, kunnu Hoydalar verður frístaður, og heilsubótarøki, fyri fólk í øllum aldri, heldur hann.

  

Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur sagt, at eftir hennara tykki kundi Hoydalar verði ein listaskúli við einum listadepil, listasavni og við hølum til undirvísing í list

 

Kaj Leo Holm Johannesen hevur sagt, at eftir hansara tykki liggja Hoydalar serstakliga væl fyri til ein ítróttardepil, ella eina rørslulund og í hesum sambandi heldur hann at ein ítróttarstovnur átti at verðið knýttur uppí.

 

Hann hevur hugsað sær, at Hoydalar verða ein ítróttardepil, ein kraftdepil, við ítróttarháskúla, ítróttarstovni og granskingarsetri fyri ítrótt, vælverudepli og hotelli.

 

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Havn, hevur skotið upp, at Hoydalar er akkurát rætta staðið at gera til eitt trivnaðarøki burturav, sum kann verða ein perla, bæði til yngri og eldri.

 

Onnur hugskot hava eisini verið havd á lofti, eisini um at gera Hoydalar til háskúla, Fróðskaparsetur, og til 10. flokk í fólkaskúlanum.