Hvessingur var suverenur

Mest sannførandi sigurin higartil í dag vann 6-mannafarið úr Hvalvík-Streymnesi

Tað var einki at rafla um, tá ið 6-mannaførini við monnum kappaðust í Klaksvík, har sólin nú skínur oman og niðan.

Hvessingur og Sundabáturin fingu besta startin, og Hósvíkingur var eftir startspurtin ikki so langt frá. Men so gekk, sum tað so ofta gjørdi í fjør. Hvessingur stakk seg støðugt alt longri framum, og tað var eingin ivi um, hvør fór at vinna.

 

Sundabáturin royndi at bjóða av, men tað munaði ikki so nógv. Heilt týðuligt var tað, at venjingarstøðan hjá teimum á Sundabátinum enn ikki er so góð, sum hon er hjá teimum í Sundalagnum.

At leiðslan var so sannførandi bar ivaleyst við sær, at teir á Hvessingi ikki ofraðu seg heilt í endaspurtinum, og tí var munurin ikki so stórur, tá ið bátarnir fóru um málið.

 

Lómurin er ikki enn í so góðari venjingarstøðu, sum tað kanska seinni í summar fer at eydnast teimum av Argjum at stríða seg til.

 

1. Hvessingur 04.46.13

2. Sundabáturin 04.49.00

3. Hósvíkingur 04.55.14

4. Lómur 05.04.07