fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Hoyr Carlsen-systrarnar seta orð á upplivingina at verða við til donsku Eurovision kappingina

Heri Simonsen 12.02.2018 (18:15)

Hví ikki eina føroyska Eurovision kapping?

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Carlsen-systrarnar, Vanju, Lailu og Barbaru í fyrrapartssendingini "Sjóðteim" á Rás2.

 

Við Carlsen-systrunum, sum royndu seg í donsku Eurovision kappingini farna leygarkvøld hava føroyingar nú roynt seg átta ferðir í donsku Eurovision kappingini, fimm ferðïr í íslendsku og eina ferð í svensku Eurovision kappingini, og hava enn ikki borið tann fyrsta sigurin heim.

 

Tí er spurningurin um tíðin ikki er búgvin, at føroyingar hava sína egnu Eurovision kapping?

 

Carlsen-systrarnar staðfesta, at tað krevur eina stóra samskipan og nógv fólk, men hví skulu føroyingar sum hava so nógvar gávuríkar tónleikarar og sangarar ikki kunnað skipað fyri síni egnu kapping?

 

Í samrøðuni tóku Carlsen-systrarnar samanum eina spennandi, men strævna uppliving í Ålborg, sum tær samanumtikið er nøgdur við hóast tað ikki rakk til ein sigur ella til finaluumfarið í tí donsku Eurovision kappingini. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her