Leita á in.fo

Danjal av Rana 07.12.2017 (09:29)

Hvør koppar Andriasi?

Týsdagin 5. desember á midnátt var frestin úti at boða frá luttøku til Filmskvøldið, sum verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 24. februar 2018.

 

Inn komu fráboðanir um 25 føroyskar stuttfilmar, sum í ár fara at kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina. Kravið til ein stuttfilm er, at hann ikki eru longri enn 30 minuttir. Ein stuttfilmur kann vera spælifilmur, listafilmur, tónleikafilmur, heimildarfilmur ella annað, tó ikki lýsingarfilmur. Filmsnevndin sigur, at trý metingarvirðir verða brúkt í dømingini, og tey eru: søga, filmisk frásøgusnildi og handverk.

 

Seinastu tvey árini hevur Andrias Høgenni vunnið Geytan, fyri filmarnar Stina Karina og Et knæk. Et knæk fekk eisini Áskoðaravirðislønina í fjør.

 

Tað er Bank Nordik, ið letur Geytavirðislønina á 25.000 krónur, saman við einari Geytastandmynd, sum Astrid Andreassen og David Geyti hava gjørt. Tórshavnar kommuna letur Áskoðaravirðislønina á 25.000 krónur. Í hesum føri er tað møtti áskoðarin til Filmskvøldið í Norðurlandahúsinum, sum sleppur at velja sín yndisfilm.

 

 

Í filmsnevndini, sum skal velja Geytavinnaran, sita Birgir Kruse, formaður, Sif Gunnarsdóttir, Norðurlandahúsið, Jan B. Jørgensen, Klippfisk, Marjun Niclasen, Filmshúsið, Eilen Anthoniussen, Tórshavnar Kommuna, Johnny í Grótinum , Kringvarp Føroya og útlendski nevndarlimurin hesaferð er Hlynur Pálmason, leikstjóri.

 

Vinnarar av Geytanum

2012: Summarnátt, leikstjóri Sakaris Stórá

2013: Terminal, leikstjóri Dávur Djurhuus

2014: Skuld, leikstjóri Heiðrikur á Heygum

2015: Stina Karina, leikstjóri Andrias Høgenni

2016: Et knæk, leikstjóri Andrias Høgenni.

 

Vinnarar av Áskoðaravirðislønini

2012: Mist, leikstjóri Annika á Lofti

2013: Munch, leikstjóri Jónfinn Stenberg

2014: Skuld, leikstjóri Heiðrikur á Heygum

2015: Tunnan, leikstjóri Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge

2016: Et knæk, leikstjóri Andrias Høgenni.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her