Hvor skal vi sove i nat?

15 ára gamla Mia og 44 ára gamli Brian luttóku í donsku sangkappingini X factor. Tey eru pápi og dóttir, og tey kalla seg Fochter. Tey framførdu við sanginum »Hvor skal vi sove i nat?«, sum sangbólkurin Laban upprunaliga sang.

 

Á Facebook hava tey gjørt eina síðu, ið eitur Fochter, har tey leggja myndir og sjónbond út av teimum.

 

Hóast tveir dómarar søgdu nei og hin triði blandaði seg rundan um, var tað ein sera undirhaldandi framførsla.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja tey syngja fyri X Factor dómarunum