fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 7.5m/s

Leita á in.fo

Helgi Abrahamsen 26.07.2018 (13:39)

Hvussu leingi skulu menningarkvoturnar galda?

Vit vita øll, at føroyski búskapurin gongur upp og niður. Onkuntíð er kreppa, og tá verða ymisk krepputiltøk sett í verk, fyri at hjálpa uppá støðuna. Men hyggja vit eftir, so síggja vit, at sera fá krepputiltøk verða sett úr gildi aftur, tá kreppan er av. 

 

Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum fer nú at lutað nakrar menningarkvotur út til ávís øki í landinum. Sambært lógini um sjófeingi eru hesar ætlaðar til at hjálpa økjum, har atgongdin til sjófeingi er avmarkað, arbeiðsloysið er stórt, ella fólkatalið er minkandi.

 

Sjálvandi er hetta gleðiligt fyri tey sum fáa hesa hjálpina, hóast størsti parturin av teimum 38, ið hava søkt um menningarkvotu, helst verða skuffaði. Men spurningurin er, hvussu leingi skulu tey sum fáa hesar politiskt útlutaðu kvoturnar, sleppa at hava tær?

 

Um eitt øki í landinum fær menningarkvotu grundað á, at arbeiðsloysið er stórt og fólkatalið er minkandi, hvat hendir so tann dagin, tá arbeiðsloysið í økinum minkar ella fólkatalið veksur? Missa tey so menningarkvotuna aftur, ella verður tað líka sum vit fyrr hava sæð, at kreppuhálpin ongantíð fer burtur aftur?

 

Eg gangi út frá, at tá tað eitur menningarkvota, so er tað tí, at nýggja virksemið við tíðini skal kunna klára seg uttan menningarkvotu, og tað merkir so aftur, at móttakarin tá noyðist á uppboðssøluna at keypa sær kvotu. Tað verður sjálvandi ein stór avbjóðing, og um virkisleiðslan tá sigur, at so má virksemið steðga, so boygna politikarar, og menningarkvotan heldur fram – soleiðis plagar tað í øllum førum at ganga við krepputiltøkum. 

 

 

Ræðast brúkilig úrslit

Eg hoyrdi her fyri um onkran sum hevði fingið stuðul til gransking, og sum ræddist fyri, at granskingin kom til eitt úrslit, sum kundi brúkast til nakað, tí so misti viðkomandi granskingarstuðulin. Tað loysti seg heilt einfalt ikki at koma til nakað úrslit. Tað loysti seg nógv betur at granska víðari og harvið varðveita stuðulin. 

 

Kann ikki tað sama henda við menningarkvotunum? Tær skulu skapa vøkstur í ávísum økjum í landinum, men um hetta eydnast til fulnar, so missir økið menningarkvotuna, og tí loysir tað seg kanska best, ikki at skapa eitt gott úrslit.

 

 

Landsstýrismaðurin kann bara gera tað skeiva

Landsstýrið hevur fingið 38 umsóknir um menningarkvotur, so har verða nógv skuffaði. Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum skal býta hesar kvoturnar út, so hann hevur eina trupla uppgávu at loysa. Líkamikið hvussu hann býtur, so verður hann lagdur undir at hava tikið skeiva avgerð. Skuldsetingar um politiska útlutan, nepotismu, strámannavirksemi, rotinskap o.a. (alt skuldsetingar sum landsstýrismaðurin sjálvur hevur brúkt ímóti øðrum) verða úrslitið, líkamikið hvussu hann ber seg at – og helst er tað orsøkin til, at avgerðin dregur út. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her