Hyde er nýtt staklag frá Páll Finnur Páll

Hyde eitur nýggjasta staklagið, sum Páll Finnur Páll hevur givið út.

 

Nú eru nøkur ár síðani, at Páll Finnur Páll gav ljóð frá sær.

 

Men fyri einum mánaði síðani fór bólkurin aftur í studio í eitt vikuskiftið. Tvey løg blivu upptikin, og nú er fyrra lagið liðugt miksað í Studio Bloch og komið út.

 

Lagið eitur Hyde og kann hoyrast við at trýsta á pílin á myndini

 

Páll Finnur Páll hava útgivið fimm útgávur: Bermenn frá 2003, Førist frá 2005, Fram á hermótið frá 2007, Live frá 2009 og Kom við mær frá 2011.