Onnur steypakapping í amboðsfimleiki verður um vikuskiftið í Fimi í Havn.
Til kappingina fara pinkur, smágentur, gentur, kvinnuunglingar, kvinnur, piltar, smádreingir, dreingir, mansunglingar og menn at kappast.
Amboðini, í kappast verður í til 2. steypakapping eru:
Kvinnusíðan: Biti og gólv
Mannfólkasíðan: ringar, lop og beinsveiggj.
Skráin fyri kappingina er hendan:
Leygardagin 25. februar 2017:
Kl.09.00-11.30: 2. steypakapping fyri kvinnuunglingar, kvinnur, dreingir, mansunglingar og menn
Kl.12.00-14.30: 2.steypakapping fyri Pinkur og piltar
Kl.15.00-17.30: 2.steypakapping fyri smágentr, gentir og smádreingir
Til kappingina eru íðkarar úr Havnar Fimleikafelag, Klaksvíkar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Ljósinum og Fimleikafelagnum Støkk.