Í dag skal bólkaspælið avgerast: Dystir at halda eyga við

Í dag er seinasta umfar í bólkaspælinium í hesum HM endaspælinum, sum verður spælt bæði í Danmark og Týsklandi. Føroyski vongurin Jóhan á Plógv, fer óivað at spæla størsta dystin í lívinum, tá ið Danmark spæla fyri fyrsta plássinum í bólki C.

 

Danmark ímóti Norra kl 19:15

Hesi bæði liðini hava bæði gjørt reint borð og vunnið allar sínar dystir, og í kvøld skal slagið standa um fyrsta plássið í bólki C, verður javnleikur tekur Norra fyrsta plássið, tí teir hava skorað fleiri mál enn danir, og bæði liðini fáa 3 stig í millumrunduna.

 

Hetta verður ein spennandi dystur, serliga tí at framgangsmátin hjá báðum liðunum er spennandi. Norra er einasta ligið í HM, sum ikki skiftur leikarar út millum verji og álop.

 

Danmark plagar at fremja eina ella tvær. Hetta verður ein stórur trupuleiki ímóti Norra, tí Norra spælir ikki við eini bremsu yvirhøvur. Norðmenn eru uttan iva tað besta liðið í kappingini í fyrstu bylgjuni, spennandi verður at síggja, hvussu danir ætla at stegða tí partinum av norska spælinum. Møguliga danska mótsvarið verður at taka málmannin út og spæla 7 ímóti 6, tað hava danir ofta skapt góð úrslit við.

 

Ísland ímóti Makedonia kl 17 

Ísland og Makedonia hava bæði næstan somu útlit áðrenn dystin í kvøld, tey eru bæði ein sigur frá at koma í millumrunduna, tó kann Ísland koma víðari við javnleiki, tí málmunurin er betur. Bæði liðini hava tapt tveir dystir, og bæði liðini hava tapt ímóti Spania og Kroatia, tað vil siga at hvørgin av liðunum fær nakað stig yvir í millumrundina, tí Spania og Kroatia koma bæði víðari úr bólki B.

 

Makedonia spælir 7 ímóti 6, tað vil siga at teir taka málmannin út, fyri síðani at kunna nýta ein útileikara avtrat í álopsstøðu. Hetta kann verða ein stórur trupulleiki hjá eldhugaðu íslensku verjuni, ið ikki kann verða so ágrýtin sum teir annars høvdu ætlað, júst tí at Makedonia spæla á henda hátt. Men um íslenski stórskjúttin Aaron Palmarsson rakar dagin, so eru útlitini góð fyri at Ísland kemur víðari.

 

Spania ímóti Kroatia kl 19:30

Hetta er sostatt bólkafinalan í bólki B. Um dysturin endar við javnleiki so enda kroatar á fyrsta plássi, og bæði liðini fáa 3 stig yvir í millumrunduna, tí tú fær bert tey stigini yvir, sum tú hevur vunnið tær ímóti hinum liðunum sum koma víðari í tínum bólki.

 

Kroatia hevur tann fyrimunin, at teir hava kunnað hvílt alla A-ketuna í síðsta dystinum, ið var ímóti Bahrain. Spania máttu har aftur ímóti spæla ein harðan dyst ímóti Makedonia í gjár. Spanólar hava tó ein breiðan hóp, og eg vænti mær ein javnan dyst.