Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 11.10.2018 (08:57)

Í fongsul í tvær vikur fyri harðskap

Í fyrrakvøldið varð løgreglan boðsend tí tveir partar í parlagi vóru komnir til ilnar, og avleiðingin var, at tann kvinnuligi parturin varð skuldsettur fyri harðskap. Báðir partar endaðu á sjúkrahúsi, men eru útskrivaðir aftur. 

 

Løgreglan sigur, at harðskapurin var ógvusligur og samstundis vóru tað onnur viðurskifti ið gjørdu seg galdandi, men sum løgreglan ikki kann siga meiri um. 

 

Men samanlagt varð úrslitið, at málið varð lagt fyri rættin í gjár, har grundlógaravhoyring var. Og úrslitið av tí var, at kvinnuligi parturin skal í varðhald í tvær vikur ímeðan løgreglan lýsir málið til tað kemur endaliga fyri rættin.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her