Leita á in.fo

Jóannes Hansen 12.08.2017 (13:57)

Í Gundadali eru báðir partar á aldukambinum

Síðani summarsteðgin hava bæði HB og NSÍ í spæli og við úrslitum víst, at hesi bæði liðini teljast millum tey, sum eru best fyri.

NSÍ hevur ruddað borðið. Tríggir sigrar við málmuninum 14-0! siga, at málmaskinan framvegis snurrar við fullari ferð, og serliga áhugavert er tað, at verjuparturin er meiri sannførandi, enn hann hevur verið heilt leingi. Símun Rógvi Hansen vísir aftur og aftur, at hann í løtuni ivaleyst er besti málverjin í Effo-deildini, og Karl Løkin stuðlar sera væl miðverjunum Per Langgaard og Jens Joensen.

Ein av styrkjunum er, at liðið mest sum hvørja ferð er í somu útgávu, og at Bárður J. Hansen á høgra vongverja rættiliga hevur fingið luft undir veingirnar.

Síðsta sunnudag varð tað hvøkkur, tá ið tað vísti seg, at Árni Frederiksberg ikki var førur fyri at spæla. Petur Knudsen varð settur í hansara stað, og tað megnaði hann væl. Árni Frederiksberg er framvegis plágaður av skaða. Bogi A. Løkin og Jannik M. Olsen eru skaddir.

Javnleikurin í Klaksvík í gjárkvøldið ber við sær, at NSÍ verður topplið, um tað eydnast at vinna fulla úrtøku í Gundadali ídag.

Klæmint A. Olsen plagar at skora nógv mál. Í 4-0 sigrinum ímóti Suðringum var hann ikki millum málskjúttarnar.

-Tað er hugaligt, at fleiri bjóða seg fram at skjóta mál. Í dag verður talan um nýggja og sera torføra avbjóðing. HB er væl fyri, men vit rokna við møguleikanum. Tað ræður um hjá okkum at vera so tryggir á bóltinum, sum vit vóru í fyrra hálvleiki ímóti Suðringum, sigur Klæmint A. Olsen.

 

 

Í HB er lagið gott, og hugburðurin eyðmjúkur, hóast avrikini og úrslitini seinastu ferðirnar hava verið sannførandi. Sigrar ímóti KÍ á ólavsøku og serliga á útivølli ímóti Víkingi eru orsøk til gott lag og sjálvsálit:

-Vit hava beinini á jørðini og fegnast um avrikini. Vit vita, at liðið er gott, og at tað er alneyðugt at halda fram við at arbeiða nógv og at vera motiveraðir. Ímóti Víkingi var spælið í løtum gott, og hugburðurin var alla tíðina góður. Vit hava gott mót, nú vit bíða eftir at spæla ímóti NSÍ, og vit eru vísir í, at hugburðurin er rættur, sigur HB liðformaðurin Jóhan Troest Davidsen, sum vaks upp í NSÍ, har hann spældi fleiri enn hundrað dystir, áðrenn hann í 2012 flutti til HB.

Um tað eydnast HB at vinna fulla úrtøku ídag, so verður fjarstøðan fram til bronsuplássið seks stig.

Rókur av Fløtum Jespersen noyddist av vøllinum tíðliga í fyrra hálvleiki í Gøtu. Talan er um vøddaskaða.

 

HB-NSÍ: Alex Troleis klokkan 17.00.