Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 14.03.2019 (16:52)

Í heyst ber til at lesa løgfrøði í Føroyum

Nú verður møguleiki at lesa løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya.

 

Landsstýriskvinnan í útbúgvingar- og granskingarmálum, Hanna Jensen, hevur í dag góðkent nýggja útbúgving í løgfrøði, sum kann byrja komandi heyst. Hesum boðar Mentamálaráðið frá seinnapartin í dag.

 

Talan er um eina bachelorútbúgving í lóg, og tá bachelorútbúgvingin verður lokin um trý ár, verður ætlandi eisini møguligt at halda fram við at nema sær embætisprógv í lóg. Tað merkir, at tað fer at bera til at nema sær siðbundnu 5 ára løgfrøðiútbúgvingina í Føroyum.

 

Løgfrøðiútbúgvingin verður lík teirri donsku útbúgvingini, men fer at leggja dent á skeið, sum eru serliga viðkomandi fyri Føroyar. Eisini fer útbúgvingin at leggja serligan dent á háttalagsskeið, ið eru serliga viðkomandi fyri eitt lítið land við avmarkaðari lóggávuorku. 

 


Eitt løgfrøðiligt granskingarumhvørvi

Hanna Jensen, landsstýriskvinna, metir tað hava alstóran týdning at raðfesta útbúgvingarmøguleikarnar á Fróðskaparsetrinum.

 

- Ein føroysk løgfrøðiútbúgving fer at útbúgva løgfrøðingar, sum frá byrjan eru væl inni í serføroyskum viðurskiftum. Vit fáa ment eitt løgfrøðiligt granskingarumhvørvi og eisini gingið einum stóran áhuga hjá ungum føroyingum á møti. Tí eri eg sera fegin um, at hetta stigið nú er tikið, sigur Hanna Jensen.

 

Sigurð í Jákupsstovu fegnast eisini um, at Setrið nú fær henda møguleika. Síðan 2013 hevur ein Masterútbúgving í lóg verið boðin út, sum Kári á Rógvi, professari, byrjaði. Bárður Larsen, adjunktur, er í løtuni útbúgvingarleiðari fyri løgfrøðiútbúgvingina.

 

Á Søgu- og samfelagsdeildini eru førleikarnir bygdir upp síðstu árini, eins og eitt gott samstarv er við løgfrøðiliga samfelagið í Føroyum og uttanlands. Tí er tað gott, at vit nú fáa lagt eina bachelorútbúgving í lóg aftrat møguleikunum hjá teimum, sum fara undir útbúgving í Føroyum.

 

Tey, sum ynskja at fara undir at lesa bachelor í lóg aftan á summarferiuna, skulu søkja  í seinasta lagi 1. juli. Nærri kunning um upptøku, upptøkutreytir v.m. verða sum skjótast at síggja á heimasíðu Fróðskaparsetursins.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her