Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 14.03.2019 (09:15)

Í kvøld er kvøldið hjá føroyskum útisetum í Keypmannahavn

Aftur í ár verður skipað fyri útisetakvøldi á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn. Tað at velja og flyta til Føroyar verður sett á dagsskránna við viðkomandi pallborðspráti.

 

Her verður viðkomandi kunning um praktisk viðurskifti í sambandi við flyting til Føroyar. Í panelinum vera serfrøðingar í tolli, flutningi, bústøðum, arbeiði og trygging, og møguleiki verður fyri at seta teimum spurningar.

 

Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands, fer at hugleiða um, hvussu tað er at flyta til Føroyar eftir nógv ár uttanlands, og hon fer at greiða frá, hví hon og familjan fluttu heim. Tónleikinum standa JASMIN og Swangah fyri, og í steðginum verður lætt ábit, sum Brioche_Popup við Jákupi Sumberg fer at borðreiða.

 

Tað eru Atlantic Airways og BankNordik Føroyar, sum skipa fyri útisetakvøldinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her