Leita á in.fo

Barbara Holm 12.08.2017 (10:44)

Í kvøld er tað TOTO í Klaksvík

Eitt av høvuðsnøvnunum á Summarfestivalinum trínur á pallin á Vágsbøi í kvøld klokkan 22.00. Bólkurin Toto var stovnaður í Los Angeles í USA seint í 1970’unum, og í 1980’unum taldist Toto millum størstu rockbólkar í heiminum. 

 

Útgávan Toto IV frá 1982 setti veruliga ferð á yrkisleiðina hjá bólkinum, sum hittaði við sangum sum Rosanna, Africa og I Won’t Hold You Back. Árið eftir vann Toto heili 7 Grammy heiðurslønir, og tað var ein staðfesting av høga listarliga og tøkniliga støðinum hjá bólkinum, sum blandaði ymiskar tónleikastílir og fekk alt at ganga upp í hægri eind í stórslignum rockhittum.

 

 

Toto lat í 1970’unum sangir sum Hold The Line, I’ll Supply The Love og Georgy Porgy frá sær, og eftir stóra gjøgnumbrotið í 1982 løgdu teir gjøgnum 80’ini og 90’ini nógv hitt afturat rúgvuni – eitt nú sangir sum I’ll Be Over You, Stop Loving You og Pamela.

 

 

Hóast hóskvøldið at kalla skolaði festivalin burtur, so sær  út til, at veðrið verður betur í kvøld. Veðurstovnurnar boða frá eitt sindur av regni í kvøld, men annars turt og møguliga sólglottar.