Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 09.02.2019 (14:55)

Í kvøld skal Kristina í eldin

Í kvøld verður fyrsta undankapping í íslendska Grand Prixnum, sum á íslendskum kallast Söngvakeppnin. Føroyska Kristina Bærendsen er millum luttakararnar, og hon skal royna seg við íslendska sanginum “Ég á mig sjálf”.

 

Um Kristina kemur víðari í kvøld, verður hon við í finaluni, sum verður 2. mars, og tá er ætlanin at syngja ta ensku útgávuna av sama sanginum, sum á enskum eitur “Mama Said”. Men Kristina hevur ikki tær stóru vónirnar um at náa til finaluna.

 

- Sangurin er ordiliga góður, og mær dámar hann væl. Men eg vænti ikki, at vit koma víðari, tí tað eru so fá, sum kenna meg í Íslandi. Tað verður torført – men kanska, bíða nú, tað kann vera, at øll vera yvirraskað. Men tað verður í øllum førum stuttligt at vera við, sigur hon.

 

Kringvarp Føroya samsendir við íslendska kringvarpið, RUV, tá undankappingin verður 2. februar.  

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her