fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.3m/s

Leita á in.fo

Mynd: Jens-Kjeld Jensen

Pætur Hjalmar Evensson 11.01.2019 (10:05)

Í minsta lagi 4.094 harur skotnar í fjør

Samlaða talið av skrásettum harum, sum vórðu skotnar í 2018, er nú komið upp á 4.094 harur, sum eru skotnar á 534 túrum kring landið. Hesum boðar Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, frá.

 

Harutøl verða framvegis skrásett á heimasíðuni Haran.fo, og fyri einari viku síðani vóru bara 322 túrar skrásettir við tilsamans 2.830 harum. Sostatt eru meira enn 200 nýggir túrar skrásettir og 1.200 harur eru lagdar aftrat listanum hesa seinastu vikuna.

 

Eyðfinn Magnussen sigur, at tað enn eru fleiri, sum ikki hava skrásett veiðuna.

 

- Eg fari tí at heita á teir um at skráseta seinastu tølini á Haran.fo, so eg kann fara undir at skriva ta endaligu frágreiðingina um Haruveiðan í Føroyum í 2018.

 

Harutíðin endaði 31. desember í fjør. Í 2017 vórðu 6409 skotnar harur skrásettar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her