Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 17.05.2018 (22:43)

Í morgin fáa vit at vita um tað verður verkfall

Nú hava semingsmennini lagt eitt semingsuppskot fyri kommunulæknarnar og Fíggjarmálaráðið. Tað er nú ein lítil vika síðani at semingsmaðurin kom upp í samráðingarnar, og síðani hevur verið dúgliga samráðst.

 

Fyrr í dag væntaði Terje Sigurðsson, semingsmaður, ikki, at tað fór at eydnast at leggja semingsuppskot fyri partarnar í dag. Men samráðingarnar hava kortini gingið so mikið væl, at í kvøld er eitt uppskot lagt fyri teir.

 

Partarnir fáa góðar stundir at kanna og meta um semingsuppskotið, tí teir skulu ikki svara semingsmanninum aftur fyrr enn á miðdegi í morgin, fríggjadagin. So tá fáa vit eina greiða ábending um, antin kommunulæknarnir fara í verkfall, ella ikki.

 

Í løtuni roynir semingsmaðurin eisini at mekla í ósemjuni ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið, men Terje Sigurðsson sigur, at enn er alt ov langt ímillum partarnar til at tað er hugsingur um at leggja eitt semingsuppskot fram.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her