fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.4m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 12.06.2018 (13:42)

Í næstu viku siglur Smyril aftur sum vanligt

Arbeiðið at yvirhála tann eina motorin á Smyrli, gongur sum ætlað. Tað sigur Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni. Tað var í seinnu hálvu í mai, at tey fóru undir arbeiðið at yvirhála teir fýra motorarnar á Smyrli.

 

Ein motorur verður tikin í senn og gongst sum ætlað, tekur tað tríggjar, fýra vikur at yvirhála hvønn motorin. At Smyril hevur siglt við skerdari motororku hevur eisini ávirkað ferðaætlanina og tískil hevur ferðaætlanin verið broytt hesa tíðina.

 

Og Jóan Petur Abrahamsen sigur, at arbeiðið gongur júst sum ætlað, og at tey nú eru í ferð við at seta motorin saman aftur. Og gongst sum ætlað, fer Smyril aftur at sigla eftir vanligu ferðaætlanini fyrst í næstu viku.

 

Men tað verður bara í tvær vikur, tí beint eftir jóansøku verður annar motururin tikin frá, tí tá skal hann yvirhálast og tá verður ferðaætlanin aftur broytt. Tað er tryggari at hava ein steðg ímillum fyri at fáa vissu fyri, at motorurin, sum er yvirhálaður, gongur sum ætlað, áðrenn vit taka ein annan motorin sundur, sigur hann.

 

Rakstrarleiðarin sigur, at væntandi siglur Smyril sum ætlað aftur beint upp undir ólavsøku. Men so verður friður fyri motorunum til næsta ár, tá ið triði motorurin skal yvirhálast, og í 2020 skal so tann fjórði motorurin yvirhálast. Tað er tann nýggi motorurin, sum varð settur í tíðliga í 2014, tá ið tann eini motorurin á Smyrli brádliga fór í knús.

 

Og næsta heyst skal so Smyril eisini uttanlands í dokk í einar tríggjar vikur og tá verður tað okkurt annað skip, sum skal røkja suðuroyarsiglingina. Men hvat tað verður fyri skip, er púra óvist enn.

Tað kanst tú lesa meiri um her: Smyril í dokk: Fáa einki avloysaraskip enn.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her