Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 08.11.2018 (11:32)

Í Vági eru tey nú farin at skilja ruskið

Seinasta árið hevur Vágs kommuna arbeitt við ætlan við tí endamáli at fáa kommunalar stovnar og húsarhald í Vági, at skilja lívrunnið tilfar frá vanliga ruskinum. Tað lívrunnað tilfarið kann so gerast til sankutøð, sum kann fara aftur í náttúruna, heldur enn at føra tað norður á brennistøðina í Leirvík, at brenna.

 

Vágs Býráð sigur, at nú verða fyrstu stigini tikin og í hesums ambandi er er ein royndarskipan sett í verk í dagstovninum, Eikilund, í Vági.

 

Í Eikilund eru tey sostatt farin at skilja lívrunnað tilfarið frá tí vanliga húsarhaldsruskinum og tey hava eisini fingið eina serliga ruskspann, og posar, sum upploysast í nattúruni. Tað lívrunnað burturkastið verður so skilt frá vanliga ruskinum og latið í hesar posar og verður síðani í latin í serligan kassa til sankutøð

 

Royndarskipanin í Eikilund varar í nakrar mánaðirnar og síðani fara eisini aðrir stovnar at brúka somu skipan. Harumframt verður ein skipan fyrireikað, har øll húsarhald í Vági skulu skilja tað lívrunnað tilfarið frá vanliga ruskinum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í tíðindaskrivi í dag.

 

Verða donsk tøl brúkt sum grundarlag, tveitir hvør føroyingur eini 600 kilo av ruski burtur um árið og nógv tað mesta av tí fer til brenningar á brennistøðunum hjá IRF og hjá Tórshavnar kommunu.

 

Bara úr Vágs kommunu fara hvørt ár umleið 800 tons av ruski til brennistøðina hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík. Úr allari Suðuroynni fara umleið 2.800 tons um árið til brennistøðina í Lerivík.

 

Verður ruskið hinvegin væl skilt, eru útvið 40 prosent av ruskinum, lívrunnið tilfar, sum kann fara aftur í náttúruna. Sostatt fara umleið 300 tons av lívrunnum tilfari úr Vágs kommunu hvørt ár til brennistøðina hjá IRF, hóast tað kundi farið aftur til náttúruna. Fyri alla Suðuroynna er talan um tumleið 1.100 tons av lívrunnum tilfari, sum verður flutt norður við Smyrli og koyrt til brennistøðina í Leirvík.

 

– Í grannalondum okkara er púra vanligt, at húsarhald skilja lívrunnað tilfarið frá vanliga ruskinum, og sjálvsagt eiga húsarhald í Føroyum eisini at skilja lívrunnað tilfarið frá, sigur Dennis Holm.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her