Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 11.09.2018 (17:10)

Íbúðarneyðin skríggjar til himmals

Sambært heilsufrøðingunum hjá Gigni er húsaneyðin stór. – Familjur gerast simpulthen heimleysar. Tær standa úti á gøtuni. Fyrr var tað mest í Havnini, men nú er trupulleikin at síggja um alt landið, sigur Nicolina Højgaard, heilsufrøðingur, í grein í Sosialinum í kvøld

 

Sjúkrarøktarfrøðingar róp varskó. Tær siga, at tað serliga er ein søga, sum eigur munin á øllum hinum avbjóðingunum, sum heilsufrøðingarnir ahva, sum vitja í heimunum hjá barnafamiljunum. Og tað er, at alarmerandi nógvar familjur heilt einfalt mangla tak yvir høvdið. Og tann støðan versnar í hvørjum sambært heilsufrøðingunum, sum dagliga vitja húsvillar familjur.

 

– Tað er tann størsti trupulleikin beint nú: at fólk ikki hava tak yvir høvdið. Also at familjur simpulthen gerast heimleysar. Tær standa úti á gøtuni. Fyrr var tað mest í Havnini, men nú er trupulleikin at síggja um alt landið, sigur Nicolina Højgaard, í greinini í Sosialinum í kvøld.

 

Sambært heilsufrøðingunum er hetta ein trupulleiki, sum skríggjar til himmals. Men tey eru fá, sum hoyra skríggið. Og ein av orsøkunum er skommin: at tað kennist trupult hjá raktu familjunum at boða alment frá um júst hetta.

 

– Tað er størsti sosiali trupulleikin í løtuni. Og tað er nakað, sum familjurnar ikki skelta við. Altso tað tykist teimum pínligt at standa uttan tak yvir høvdið. Og hvar fer man tá? Jú, man fer heim til abbar, ommur, mammur og pápar og mostrar. Og so fær man eitt kamar til seg og síni børn. Og tað er ikki tað besta, sigur Nicolina Højgaard.

 

– Ella tey flyta í øgiliga ringar íbúðir. Og dýrar íbúðir.

 

– Og tað er tað, sum vit ikki ordiliga skilja. At man ikki kann loysa tann trupulleikan. Vit síggja at íbúðir verða bygdar uppi í Hoyvík til dømis. Men hetta eru dýrar íbúðir, sum vælhavandi fólk flyta inn í, meðan tey lág­ og miðalløntu framvegis liggja í vánaligum íbúðum. Altso stættarmunurin er so stórur, tá tað kemur til akkurát tað, sigur Nicolina Højgaard.

 

– Og tað veit man sum fyribyrgjandi arbeiðsfólk, hvat tað ger, tá familjurnar búgva vánaligt: tá fært tú børn, sum eru sjúk av til dømis bronkitis og millumoyrnabruna og aðrar infektiónir í andaleiðunum, leggur Una Knudsen aftrat í greinini.

 

– Og tey fáa ikki bara hugsavnað seg um bara at vera børn ella um tað at læra, sigur Elsa Mortensen.

 

– Bara tað at hava vinfólk heim við ber ofta illa til, tí plássið er ikki til tað. Tað er eisini tað við tí, at hesar familjur ofta mugu flyta aftur. Børnini vita ikki um tey fáa eitt kamar. Skal eg sova undir trappuni ella úti í gongini? Tað er ringt fyri børn at liva soleiðis, sigur Nicolina Højgaard.

 


Meira kann lesast í Sosialinum, sum fæst í leysasølu á ávísum sølustøðum í kvøld, og sum verður borin í hvørt hús í morgin. Talgilda útgávan av Sosialinum fæst á sos.fo


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her