Íbúðir skulu byggjast á Frúutrøð

Tórshavnar býráð hevur ætlanir um at byggja íbúðir á økinum á Frúutrøð, har Tórshavnar Musikkskúli heldur til.

 

Sum skilst er talan um at byggja 60 íbúðir, men júst hvat tað er, sum býráðið ætlar, er ikki greitt. Men alt grannalagið kring økið er boðið til fundar á býráðnum í dag klokkan 17 at verða kunnað um ætlanirnar:

 

»Í sambandi við, at Tórshavnar kommuna hevur ætlanir um at bjóða út lendið á Frúutrøð, matrikkul 645a til íbúðarbygging, verða grannar bodnir til kunnandi fund um verkætlanina«, skrivar býráðið í brævi til grannalagið.

 

Matrikkul 645a er økið, har Musikkskúlin og læknaviðtalan eru og økið, har íbúðirnar, vanliga nevndar »Lonirnar«, standa. Marin Katrin Frýdal, býráðslimur, hevur fyrr nevnt møguleikan at byggja íbúðir á økinum, har Musikkskúlin og læknaviðtalan eru. Tað eru teir báðir bygningarnar, sum fyrr hýstu skúlanum á Frúutrøð. Bæði Musikkskúlin og læknaviðtalan flyta í næstum av Frúutrøð.