fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 7.2m/s

Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 11.01.2018 (23:59)

Íbúðirnar í Dávagerði liðnar

Fyrstu fólkini fluttu inn í íbúðirnar í Dávagerði í síðstu viku.
Sjóvar kommuna fegnast á síni heimasíðu um, at Bústaðir hevur valt at byggja hesar sjey snotuligu íbúðirnar í teirra  øki, og ynskir leigarunum hjartaliga til lukku við teirra íbúð.
Á heimasíðuni hjá búðstøðum verður sagt soleiðis um íbúðirnar:


Dávagerði - Strendur


Á Strondum hava vit sjey raðíbúðir. Tær liggja beint oman fyri skúlan á Strondum, og við síðuna av nýggja sambýlinum Sjóvarlon.
Íbúðirnar liggja í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi, beint niðanfyri nýggju búsetingarnar upp á Fløtum. Stutt er til skúla og barnagarð. Harumframt er útsýnið framúr gott.
Íbúðirnar eru innrættaðar við duri, køks-/alrúmi, baðirúmi og tveimum sovikømrum. Dururin er miðpunktið í íbúðini og hevur atgongd til øll onnur rúm. Harumframt er eitt úthús til hvørja íbúð. Allar íbúðirnar hava egna inngongd og terassu.
Parkeringsviðurskiftini eru góð og bilur fæst til dyrnar. Harafturat eru allar sjey íbúðirnar rørsluvinarligar.
Íbúðirnar lúka øll nútímans krøv til bygging, og tær hava góð ljós- og ljóð viðurskifti. Inniluftin verður tryggjað við ventilatión í øllum íbúðum.
Allar íbúðirnar vera 76,6 m2, umframt eitt úthús á 7,7 m2.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her