fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 14.6m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 12.01.2018 (19:00)

Ibuprofen kann skaða ungar menn

Ein donsk/fronsk kanning, sum fyri stuttum varð kunngjørd í viðurkenda vísindaliga tíðarritinum PNAS vísir, at tað kann verða skaðiligt hjá ungum monnum at taka ibuprofen. Talan nýtist ikki at vera um stórar nøgdir av ibuprofen, áðrenn tað ger skaða.

 

 

Stutttíðar brúk av pínulinnandi heilivágnum kann eisini seta sín dám á eginleikarnar hjá kynsgøgnunum hjá monnum at útvikla kynshormon. Og tað merkir, at heilin noyðist at viga upp ímóti missinum, sigur seniorgranskarin David Møbjerg Kristensen við Tv2.

 

 

Teir ungu menninir, sum granskararnir hava kannað vórðu ávirkaðir á tann hátt, at eftir stutta tíð við regluligari nýtslu av ibuprofen høvdu teir testosteronframleiðslu, sum svarar til ein 70 ára gamlan mann. Hetta er fyrstu ferð ein vísundalig kanning hevur hugt nærri eftir samanhanginum millum vælumtókta heilivágin og framleiðsluna av kynshormonum, sum millum annað eru avgerandi fyri menningina av vøddunum. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her