ÍBV vann á favorittunum við góðum endaspurti

Liðið hjá Dánjali Ragnarsson megnaði at koppa favorittunum hjá Vali

Dánjal Ragnarsson var við í hópinum hjá ÍBV sum vann ein fantastiskan 33-31 sigur á Vali úti á Heimey í aðru meistaraskapsfinaluni móti favorittunum hjá Vali.

 

Farna hóskvøld var ÍBV fyri 25-35 stórtapi á útivølli í Reykjavík, og í dystinum í dag var Valur á odda til fimm minuttir vóru eftir av dystinum. Tá var Valur á odda 30-28, men við einum sterkum avriki seinastu fimm minuttirnar eydnaðist ÍBV at vinna 33-31, og harvið javna til 1-1 í finaluuppgerðunum.

 

Dánjal skoraði einki mál fyri ÍBV í dag.

 

Mikukvøldið klokkan 20.30 spæla liðini triðju finaluna á Hliðarenda í Reykjavík. Fjórða finalan verður leikt á Heimey komandi leygardag klokkan 17. Spælt verður best av fimm dystum.