ÍF hevur nýggjan álopsspælara á beinkinum

Fremstu álopsvápnini hjá EB/Streymi eru ikki á vøllinum

Klokkan 17 verður fyrsta bríksl við Margáir. ÍF er gestur hjá EB/Streymi, og tað er felags fyri bæði liðini, at tey ikki enn hava vunnið fulla úrtøku. EB/Streymur hevur eitt stig, og ÍF hevur einki stig.

 

Hjá EB/Streymi er Filip Djordjevic, sum hevur verið skaðadarvaður, ikki nóg birgur at vera millum teir fyrstu ellivu. Hann er á beinkinum. Einki er at síggja til Boubacar Dabo, sum er skaddur.

 

Hjá ÍF er Uros Stojanov millum teir fyrstu ellivu. ÍF skrivaði fyri stuttum undir nýggjan sáttmála við Jhon Mena. Hann hevur bíðað eftir, at loyvini fóru at koma upp á pláss. Nú eru loyvini í lagi, og Jhon Mena er á ÍF beinkinum.

 

Miðverjin Tóri Nolsøe Olsen hjá ÍF, sum hevur verið skaddur, er í dag á beinkinum.