fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.9m/s

Leita á in.fo

Mynd: (ÍF) Leif Andre Eliasen(t.v) formaður í ÍF og Jákup Mikkelsen

Tróndur Arge 06.11.2016 (17:35)

ÍF sett venjara

Jákup Mikkelsen verður venjari hjá ÍF komandi kappingarár. Hann hevur verið partur av felagnum í nøkur ár eftirhondini. Hann hevur roynt seg sum bæði spælara og venjara.

 

Jákup Mikkelsen tók við eftir Jógvan Martin Olsen fyrr í ár. Úr ÍF verður sagt, at tey í felagnum eru so mikið væl nøgd við fyrrverandi landsliðsmálverjan, at tey ynskja at hann heldur fram.

 

Hesum hevur Jákup Mikkelsen nú játtað. ÍF hevur stórar avbjóðingar fyriu framman. Felagið hevur ikki eins nógvar pengar, sum undanfarnu árini. Eisini eru fleiri spælarar farnir til onnur feløg. Eitt nú Karl Løkin og Jan Ó. Ellingsgaard, sum eru farnir til NSÍ. Tað ljóðar eisini, at Adeshina Lawal endar í Víkingi komandi kappingarár.

 

Fyribils er talan um eitt ára sáttmála.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her