fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 1.6m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 18.06.2017 (13:30)

Ikki skylda upp á skúlan –loys heldur trupulleikan

Tað fer ikki at loysa trupulleikan við troti á heilsuhjálparum og heilsurøktarum, at ein skúli verður stovnaður aftura í Havnini.

 

Tað sigur Rúna Sivertsen, forkvinna Tign. Tign er eitt felag, fyri brúkarar og avvarðandi hjá teimum, ið hava tørv á røkt frá røktarstarvsfólkum ella stuðlum.

 

Felagið fevnir um øll, ið hava tørv á røkt og hjálp í gerandisdegnum, frá børnum til eldri.

 

Nú hevur annars verið ført fram, at ein orsøk til starvsfólkatrotið í eldrarøktini er, at heilsuskúlin er í Suðuroy at at tað fær summi at setast aftur at fáa sær útbúgving, tí tað er ov langt at fara

 

Men tey í Tign stúra fyri, at trupulleikin er ein heilt annar, og ístaðin fyri at tosa um ein nýggjan skúla, heitir Tign á myndugleikarnar um at loysa tann veruliga trupulleikan.

 

Rúna Sivertsen sigur, at tey í Tign hava spurt avvarðandi, hvussu tey síggja støðuna.

 

– Í flestu førum svara tey, at starvsfólkini hava ov lítla tíð til umsorgan. Tey síggja starvsfólk, ið arbeiða hart og eru sperd. Tað er ymiskt hvussu tey eldru tola umstøðurnar, men fleiri teirra eru ávirkað av, at tað ikki eru nóg nógvar hendur at taka sær av teimum.

 

– Tey avvarðandi uppliva, at er illa nokk av tíð til tann heilt grundleggjandi partin av sum dagligt persónligt reinføri, hjálp til máltíðir og at lata seg í.

 

– Avvarðandi siga, at tey hava kensluna av, at tað ikki eru stundir til kvalitetsrøkt. Heldur ikki síggja vit, at tíð er til at fyribyrgja, soleiðis at førleikin ikki minkar.

 

Avvarðandi uppliva eisini, at tíð er ikki til sálarliga røktartørvin. Foreldur, sum eru illa dement, ganga og leita og leita í einum púra fremmandum umhvørvi. Tá bert tvey starvsfólk eru til eina heila deild,sigur tað seg sjálvt, at tíð ikki er til at hjálpa teimum, sum ganga so bangin mestsum alla tíðina.

 

Avvarðandi uppliva, at foreldur teirra eru sera, sera einsamøll. Tey, sum eru klár, búgva saman við fólki, sum øll eru dement. Tey siga, at hóast tey vitja nógv, vita tey, at tá eingin er á vitjan, sita tey óvirkin og bara bíða.

 

Tey avvarðandi síggja, at starvsfólkini konstant er í gongd við okkurt slag av kropsligari røkt, men so at siga ongantíð síggjast tey at sita og práta og halda í hond, sum typisku mynda-kampagnurnar hjá eldraøkinum altíð sýnast at royna at geva okkum fatan av.

 

Tey í Tign siga, at tí má vend koma í og dentur má leggjast á tørvin.

 

– Tá vit skulu meta um tørvin, mugu vit eisini taka við tørvin hjá avvarðandi og tørvin hjá teimum, ið skulu starvast á gólvinum.

 

– Skulu vit hava røktarheim við útbúnum starvsfólkum, sum skulu røkta henda tørv, MÁ nóg mikið av starvsfólkum og nokk av tímum vera til taks.

 

Tey í Tign siga, at klára kommunurnar ikki at fáa nóg mikið av starvsfólki, mugu vit øðrvísi

 

Røktaruppgávunar kundu í mongum førum verið betri røktaðar við hús, við at seta fólk við løn at ansa heima, umframt heimahjálp, har tørvur er.  Her verður ikki tosað um 20 tímar um vikuna til ein ansara, sum møguleiki er til í løtuni, men ansing 24 tímar um døgnið og eina ansaraløn, sum ber til at liva av, siga tey í Tign.

 

Les meiri um sjónarmiðini hjá Tign við at trýsta HER