Ikki til at kenna aftur

Art Garfunkel er nógv broyttur.

Art Garfunkel er nógv broyttur, síðani dagarnar á tónatindunum í seksti- og sjeytiárunum, tá hann var annar parturin í Simon & Garfunkel.

 

Krúllurnar eru burtur, og er Art annars eldur, sum náttúrligt er.

 

Tað hevur gingist Paul Simon væl at standa á egnum beinum tónleikaliga, meðan minni hevur verið at hoyrt til Art Garfunkel, men hann hevur tó verið virkin innan tónleik hesi árini.

 

Annars hevur hann tykist við at lesa bøkur og skriva yrkingar. Eisini hevur hann havt leiklutir í filmum.

 

Í næstum gevur hann út sjálvævisøgu.

 

Á myndini sæst Art á palli, meðan myndin høgrumegin vísir Simon & Garfunkel á yngri árum.