Leita á in.fo

Danjal av Rana 06.12.2017 (15:04)

Illveður í 40 tímar

Illveðrið nærkast Føroyum og fer at raka Norðstreymoy og Vágarnar fyrst, sambært íslendsku veðursíðuni Belgingur.is.

 

Longu nú er er hann farin at øtla vindin nógv norðanfyri, meðan tað er mest sum logn í høvuðsstaðnum og á Sandoynni. Sunnanfyri er so aftur meiri vindur.

 

Sambært íslendsku heimasíðuni verður tað klokkan níggju í kvøld er vindurin vorðin so nógvur, at talan er um storm, altso yvir 21 m/s. Sum kvøldið líður otar illveðrið seg longur og longur suðureftir og á midnátt fevnir tað um allar Norðoyggjar, Eysturoynna, Streymoy og Vágar.

 

Samstundis eru tá einans 4 m/s á Tvøroyri, um vit trúgva Belgingur.is. Men so øtlar hann vindin heilt skjótt eisini sunnanfyri og longu klokkan tvey í nátt eru tað 20 m/s har suðuri eisini.

 

Vindurin verður upp á sítt mesta í nátt frá klokkan 1 til klokkan 6, tá tað er hvassur stormur, 25 til 28 m/s, um alt landið.

 

Hann makar spakuliga vindin, men allan hósdagin á tamb og fríggjanáttina liggur vindstyrkin omanfyri 20 m/s um alt landið.

 

Ikki fyrr enn út á seinnapartin fríggjadagin makar hann vindin somikið, at tað ikki longur er stormur. Klokkan 19 fríggjakvøldið er vindstyrkin komin niður á 14 til 17 m/s, um landið, og har verður hon liggjandi til á miðdegi leygardagin.

 

Út á seinnapartin og kvøldið verður minni regn, men tað herjar á aftur í nátt og tá fer eisini at kava, serliga á Streymoynni, Eysturoy, Sandoy og Suðuroynni. Seinnapartin í morgun verður turt ella ælaveður, men í annaðkvøld fer aftur at kava í Suðuroy og Sandoy og heldur á til út á fríggjamorgunin. Fríggjamorgunin fer eisini at kava í Suðurstreymoy.

 

Fríggjanáttina og leygarnáttina fer hitamátarin at krúpa niður um frostmarkið mest sum um alt landið. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her