fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

Dagstovnaráðið hjá Pedagogfelagnum 07.11.2017 (13:21)

Íløgur í framtíðina

Nú sjúkrarøktarfrøðingarnir lýsa við verkfalli, reika okkara tankar aftur á tíðina tá ið, vit sjálvi vóru í verkfalli í februar 2012.


Longu tá gjørdu vit vart við skeivleikan, sum er innan lønarviðurskiftini hjá ymiskum fakbólkum.


Tað eru ikki meira enn tvey ár síðani, fíggjarmálaráðharrin stóð á aðalfundinum hjá Pedagogfelagnum og lovaði, at hesin skeivleikin skuldi rættast


Vælvitandi at Pedagogfelagið í løtuni er í samráðingum og tí møguliga illa kann úttala seg, fara vit tó at loyva okkum at undrast;


Hvar munnu vit vera í mun til samráðingar?


Minnist Kristina Háfoss til síni lyfti?


Mann hon tora at fylgja teimum?


Í fylgiskjali til samgonguskjali stendur:


“Samgongan vil menna dagstovnaøkið og geva tí uppiborna rúmd og tign...”


Vit vænta, at fíggjarmálaráðharrin Kristina Háfoss fer at halda orð og vísa verki ein vilja, til tess at lyfta lønarlagið hjá námsfrøðingunum upp á eitt uppiborið støði.


Vónandi er trupulleikin ikki samráðingarhátturin.


Vónandi er tað ikki so, at tað fyrsta fakfelagi, sum sleppur at samráðast, leggur loftið fyri, hvat onnur kunna fáa.


Kravið má sum minstamark vera, at tala er um veruligar samráðingar og atlit verða tikin til hvønn fakbólk sær og tann ymiska tørvin sum tey ymisku fakfeløgini hava.


Væntandi er eisini at báðir partar í slíkum samráðingum, kenna sær ábyrgd og samfelagsskyldu, at tryggja øllum javngóð lønarviðurskiftir og arbeiðsumstøður.


Man kann undrast um nógv – men vit undra okkum stórliga yvir, at politikarar í 2017 enn ikki duga at síggja dagstovnaøkið, sum eina fantastiska og alneyðuga íløga í framtíðina.


Dagstovnaráðið hjá Pedagogfelagnum


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her