Infantino vil endurskipa HM

Forsetin í FIFA vil hækka um talið av luttakandi londum

Stendur tað til forsetan í FIFA, sveisiska Gianni Infantino, so fara tað framyvir at verða heili 48 lond, ið sleppa at luttaka í heimsmeistarakappingini í fótbólti. Í núverandi skipan eru tað 32 lond, ið fáa heiðurin at spæla í heimsins størstu fótbóltskapping.

 

Hetta veit bretska BBC at siga.

 

Tankin hjá Infantino er, at tey 48 londini skulu skipast í 16 bólkar við trimum londum í hvørjum bólki. Síðani koma tvey tey fremstu víðari úr hvørjum bólki, og sostatt verða tað heili 32 lond, ið koma víðari úr bólkaspælinum. Hesi 32 londini spæla síðani "knockout-dystir", har taparin fellur úr kappingini.

 

Hugskotið hjá FIFA-forsetanum verður viðgjørt á FIFA-ráðstevnu í januar í komandi ári. Tað verður tó ikki í bræði, at pilkað verður við HM-skipanina, tí at verður endurskipanin veruleiki, so verður hon ikki sett í gildi fyrr enn í 2026. Sostatt fara tað framvegis at vera 32 lond, sum fara at stríðast um heimsmeistaraheitið í fótbólti í Russlandi í 2018 og í Qatar í 2022.