Ingolf S. Olsen missir tingsessin

11. maður á tjóðveldisliðnum, Ingolf S. Olsen, missir nú enn einaferð tingsessin, tí at Magni Arge ætlar sær í Løgtingið – samstundis sum hann situr á Fólkatingi.

 

Hevði Magni Arge gjørt sum Tjóðveldi lovaði, so hevði hann sagt fólkatingssessin frá sær fyri at røkja løgtingssessin. Men av tí at hann ikki fær farloyvi úr Fólkatinginum, so ætlar hann fram til oktober bæði at vera fólkatingsmaður og løgtingsmaður.

 

Skuldi Magni Arge hildið lyftið hjá Tjóðveldinum, so var hann noyddur at siga fólkatingssessin frá sær. Og so hevði næsta fólk á listanum hjá Tjóðveldi tikið sæti á Fólkatingi.

 

Um fólkatingsumboðið hjá Tjóðveldinum skal vera ein, sum ikki situr á tingi, landsstýri ella í kommunustýri, so skulu tey leita niður á 11. pláss á listanum. Jógvan Lützen í Klaksvík er ikki fólkavaldur. Hann fekk 112 atkvøður á seinasta fólkatingsvali. Aftan fyri hann er Tór Marni Weihe, sum var nummar 11 á listanum hjá Tjóðveldinum við 59 atkvøðum.

 

In.fo hevur fyrr spurt umboð á listanum hjá Tjóðveldi, um tey høvdu tikið sæti á Fólkatingi, um teimum stóð tað í boði. Landsstýriskvinnurnar Kristina Háfoss og Sirið Stenberg eru næstar eftir Høgna Hoydal og Magna Arge. Tær kunnu ikki taka sæti á Fólkatingi, meðan tær eru landsstýriskvinnur. Síðani koma Annita á Fríðriksmørk, Tórbjørn Jacobsen og Óluvá Klettskarð.

 

Les eisini: Tjóðveldi fær nógvar pengar frá Magna Arge

 

Annita á Fríðriksmørk hevur fyrr sagt, at hon tekur løgtingssessin framum. Tórbjørn Jacobsen er borgarstjóri í Runavíkar kommunu og kann valla hava fast sæti á Fólkatingi. Tað er helst ikki ólógligt, men trupult og ikki í tráð við linjuna hjá Tjóðveldi.

 

Óluvá Klettskarð hevur fyrr sagt við in.fo, at hon fegin hevði tikið við fólkatingsessinum – og so hevði hon sagt løgtingsessin frá sær, sum hon hevur sum varafólk.

 

Um so var, at Óluvá Klettskarð legði løgtingssessin frá sær, so var aftur pláss fyri Ingolf S. Olsen á Løgtingi.

 

Soleiðis var atkvøðubýti á listanum hjá Tjóðveldi til fólkatingsvalið 18. juni 2015:

 

 

Listin

313

1

Høgni Hoydal

1.477

2

Magni Arge

1.082

3

Kristina Háfoss

563

4

Sirið Stenberg

561

5

Annita á Fríðriksmørk

520

6

Tórbjørn Jacobsen

331

7

Óluva Klettskarð

226

8

Gunnvør Balle

173

9

Pauli Trond Petersen

168

10

Páll á Reynatúgvu

145

11

Jóhann Lützen

112

12

Tór Marni Weihe

59