fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 14.5m/s

Leita á in.fo

Mynd: Norðlýsið

Annika Kunoy Im 02.01.2018 (21:53)

Innbrot í Atlantis Bio í Klaksvík

Tá Oddur Olsen, dagligur leiðari í Atlantis Bio í Klaksvík, kom til arbeiðis um 18 tíðina í kvøld varð hann skelkaður, tí onkur hevði brotið inn og framt herverk í húsinum. Millum annað eru bæði høvuðsdyrnar og ein onnur eletrisk hurð í knúsi, og kioskin er endavend, greiðir hann frá.

 

 

Í gjár var stongt í Atlantis Bio, og Oddur Olsen greiðir frá, at hann var har seinast 31. desember, so hann væntar, at brotið varð inn í gjár. Hann gitar, at innbrotið og herverkið møguliga er framt í fyllskapi, ella at tað eru sera ung fólk, ið eru brotsmenninir. 

 

 

– Sumt hevur fingið frið, og onnur ting eru oyðiløgd. Til dømis eru hurðar knústar, kioskin endavend, og ruskspannir eru kastaðar runt í køkinum, men alt bommlagrið, sum bert er tveir metrar frá kastaðu ruskspannunum, hevur fingið frið. telduútgerð og annað av hægri virði hevur eisini fingið frið, og bert onkur smáting eru stolin. Brotsmenninir hava ikki verið runt alt húsið, staðfestir hann.  

 


–Eg harmist um, at fólk gera slíkt. Tað er býtt, og sera keðiligt, sigur Oddur Olsen.  

 

 

Hann greiðir frá, at málið er meldað til løgregluna, ábøtur eru gjørdar á høvuðsdyrnar og at Atlantis Bio letur upp aftur í morgin.   

 

 

– Eg vænti ikki, at tað gongur long tíð, áðrenn løgreglan finnur gerningsmenninar, sigur hann til endans.  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her