fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 16.07.2017 (20:47)

Innflutningurin er nógv vaksin

Tað gongur væl í føroyska samfelagnum, og nógva virksemið sæst aftur á bæði innflutningi og útflutningi.

Fyrstu fimm mánaðirnar innfluttu Føroyar fyri 3,049 milliardir krónur. Hetta vóru 378 milliónir krónur meira enn somu tíð í fjør. Vøksturin er 14 prosent.

Virðið á innflutninginum av brennievni er nógv vaksið. Nøgdirnar og prísurin eru vaksin, og frá januar til mai innfluttu Føroyar brennievni fyri 421 milliónir krónur. Tað var heili 74 prosent meira enn somu tíð í fjør.

Stórur vøkstur er eisini í innflutningi av rávørum til fiskavirking, akførum og í bólkinum, sum eitur skip og flogfør.