Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 09.08.2018 (07:42)

Innrás av húsvognum og bátum

Í dag byrjar fimtandi Summar Festivalurin, og rættilig innrás er í Klaksvík av fólki, bilum, húsvognum, tjøldum og bátum.

Yvir 200 húsvognar hava fingið pláss í Klaksvík um vikuskiftið, og umleið 100 bátar eru eisini komnir til bryggju – millum annað á nýggju bátabrúgvunum. Fyrstu tjøldini eru eisini komin upp at standa, og nógv tjøld fara at leggjast afturat í dag. 

Fyrsta konsertin á Summar Festivalinum verður í kvøld kl 20:00, tá ið Jasmin spælir í Tjaldinum. Høvuðsnavn í kvøld er heimskendi hittbólkurin Aqua, og eisini ber til at uppliva JoKa, Hitmen, Ólav á Váli Olsen og Guðrun Sólju Jacobsen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her