Internethandil: Steðga bíligum pakkum úr Kina

Pakkar undir 300 kr gjalda ikki mvg í Føroyum. Í Svøríki er markið 164 kr. Tað verður broytt til 0 kr. Sviar skulu nú gjalda mvg av øllum

Vit føroyingar kunnu keypa mvg-fríar vørur upp til 300 kr. Í Danmark er markið 80 krónur, og í Svøríki er tað 164 krónur. Vinnan í øllum londum heldur hetta vera ov nógv. Sviar leggja nú gjald á allar pakkar.

 

Føroyska handilsvinnan hevur fleiri ferðir gjørt vart við mismunin, at bíligir pakkar við vørum úr útheiminum kunnu innflytast til Føroya uttan avgjøld og mvg. Higartil hevur markið verið 300. Vørur við fakturum undir 300 krónur gjalda ikki mvg og avgjøld.

 

Danskir internethandlar hava givið ilt av sær um, at kappingarneytar sum Alibaba úr Kina kunnu senda ein pakka bíligari til Danmarkar, enn danir kunnu senda hann fyri í Danmark. Nú hevur Svøríki funnið eina loysn, sum kann fáa stóra fyrimunin hjá kinesarum at hvørva og mongdina av pakkum lækkaða munandi, skrivar Nordjyske Stiftstidende. Danski ráðharrin kannar málið.

 

Í Svøríki skulu tey skjótt gjalda bæði mvg og avgjøld fyri mvg-viðgerð fyri sjálvt ta bíligastu vøruna, sigur samskiftisstjórin hjá Postnord í Svøríki. Tað verður munandi dýrari at keypa serliga bíligastu vøruna, sigur hann við Nordjyske.

 

Bagatellmarkið í Svøríki er 164 krónur. Í Danmark er tað 80 krónur. Og í Føroyum er tað 300 krónur, áðrenn tú skalt gjalda mvg. Avgjaldið fyri at mvg-viðgera vøruna er í 90 krónur í Svøríki.

 

– Tað er ov tíðliga at siga, hvussu stórt avgjaldið verður. Tað veldst um teknisku loysnina, sigur Thomas Backteman við Nordyske.

 

Samskiftisstjórin heldur tað vera ósannlíkt, at avgjaldið fyri mvg-viðgerð í framtíðini verður størri, enn tað er í dag fyri vørur yvir bagatellmarkið. Ein skipan má finnast áðrenn 1. mars.

 

Í Danmark verður kravt avgjald fyri at viðgera mvg. Tað er upp á 160 krónur hjá Postnord í Danmark. Stóri munurin frá Svøríki verður, at tað í Danmark – eins og í Føroyum – ikki verður tikið mvg ella avgjald fyri bíligastu vørurnar, har tað eisini hendir, at vørur verða sagdar at vera bíligari fyri at sleppa undan mvg og avgjaldi.

 

Málið er reist í Fólkatinginum sum fyrispurningur til flutningsráðharran, Ole Birk Olesen.

 

– Eg veit ikki, um svenska loysnin hevði verið góð fyri Danmark. Men vit kunnu staðfesta, at Danmark og Svøríki hava júst somu trupulleikar við órímiligu kappingini úr Kina, sum kann senda vørur bíliga til Danmarkar úr Kina, tí at Kina verður roknað sum menningarland, tá tað snýr seg um posthandil, sigur Christian Rabjerg Madsen, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett fyrispurningin.

 

Í Føroyum eru hesar treytir fyri vørur undir 300 krónur:

Vøra, sum kostar 300 krónur ella minni at keypa á netinum úr útlondum, íroknað frakt og møguliga trygging, er frítikin fyri øll onnur gjøld. Tú fært hana fyri tað, sum tú keypir hana fyri frá handlinum, pluss frakt og møguliga trygging.

 

300 krónu-reglan er ikki galdandi fyri góðgæti, bakstur, mjólkarúrdrátt, leskidrykk, olju og sigarettpappír.

 

Tá ið tú keypir á netinum, hav í huga, at serligar innflutningsreglur eru galdandi fyri fleiri vørur, t.d. hesar:

 

       Heilivágur til menniskju og djór

       Kjøtvørur

       Vápn

       Fýrverk

 

Forboð er fyri at innflyta nakrar av hesum vørum, og aðrar vørur eru treytaðar av serligum innflutningsloyvi. Tolleftirlitið kann upplýsa, um serligar reglur eru galdandi fyri eina vøru, ætlanin er at hava við sær til Føroya.

 

Keldur:

Nordjyske Stiftstidende distribueret af Ritzau

posta.fo

taks.fo