IRF byggir út fyri 70-80 milliónir

Av tí at útgerðin á Brennistøðini hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík er gomul og slitin, verður heittvatnsketilin nú skiftur út umframt kølarar, súgvitreksblásari, ruskkranin, skorsteinurin og tilhoyrandi stýrisskipanir v.m.

 

Tað skrivar IRF í ársroknskapinum, har eisini verður greitt frá, at í́ sambandi við hetta arbeiðið er eitt høli bygt upp at Brennistøðini at húsa el-talvum, pumpum, vekslarum v.m., sum ikki pláss var fyri á Brennistøðini, tí nýggi ketilin fyllir meira enn tann gamli.

 

Fyri at betra um møguleikarnar at skilja burturkast til endurnýtslu, verður ruskmóttøkan á Hagaleiti víðkað og betrað.

 

Samlaða íløgan á Brennistøðini er mett at kosta einar 70 til 80 mió. kr. og verður framd í 2017 og 2018.

 

Til hesar íløgur á Hagaleiti hevur IRF tikið 80 mió. kr í lán frá BankNordik.