fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.7m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 15.05.2018 (15:55)

IRF: - Flugueitrið riggar

Í vikuskiftinum varð grótbrotið, har IRF seinastu mánaðirnar hevur goymt ballur við burturkasti, viðgjørt við flugueitri. Skaðadjóratænastan skipaði arbeiðið, har eitur varð stroytt út sum pulvur og eisini sproytað á allar ballurnar.

 

Tað skrivar IRF í tíðindaskrivi í dag. Tey siga, at hetta eitrið drepur størsta partin av flugunum, eins og tað ávirkar flugurnar soleiðis, at tær ikki kunnu fjølgast. Sosialurin skriva í blaðnum í gjár og her á in.fo, at Eystur kommuna nú hevur fingið nóg mikið av flugumarruni í Leirvík og vildi geva IRF nakrar dagar at fáa stýr upp á støðuna. Og tað sigur IRF nú, at útlit eru fyri. 

 

 

- Sambært arbeiðsmonnum okkara er munurin eyðsýndur. Fyri nøkrum døgum síðan fingu teir mestsum ikki arbeitt, meðan tað í dag nærum ikki var ein fluga at síggja á maskinum teirra, hóast lýtt og turt var í veðrinum. Eisini vóru heilt fáar flugur at síggja á sjálvum ballunum samanborið við í farnu viku. Skaðadjóratænastan var á staðnum í morgun, men av tí at tað sirmaði, bar ikki til at sproyta nýtt eitur á. Hetta verður væntandi gjørt seinni í dag ella í morgin, skrivar IRF. 

 

- Komandi mánaðirnar sproyta vit við jøvnum millumbilum nýtt eitur á ballurnar og halda eitt serligt eftirlit við støðuni. Stóru umvælingarnar av Brennistøðini á Hagaleiti líða heilt væl, og fer fyrsti grabbin av burturkasti væntandi í ovnin í vikuni. Vit vóna at brenna við fullari styrki um 3 vikur. Áhugavert er at hava í huga, at flugan, sum plágar í grótbrotinum og í Leirvík, ikki er tann flugan, sum vanliga er at síggja í Føroyum. Hetta slagi av flugu hevur fyrr órógvað virksemi hjá IRF, og í løtuni verður støða tikin til, um upprunin til hesa serliga nærgangandi flugu átti at verðið kannaður nærri, skrivar IRF. 

 

 

- Tá tosað verður um skaðadjór kunnu vit eisini nevna, at rottutýnarin hevur gjørt eitt megnararbeiði, og hava vit tískil ongan trupulleika av rottu í grótbrotinum. At summar ballur skrædna, kemst ikki av skaðadjórum. Hóast vit brúka átta ferðir meira net innanfyri plastikki á ballunum, enn hvat eitt nú danir gera, skrædna summar ballur, og kemst hetta m.a. av dekkum, sum bresta, og kvarnað timbur, sum stingur úr­, skriva IRF


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her